Lýsing

Hagtalsmennari til landsbankan

Landsbankin søkir eftir einum fólki, sum kann vera við til at menna hagtalskipanir og førleika okkara at greina tøl viðvíkjandi føroyska fíggjargeiranum. Talan er um arbeiði, sum hevur við tann partin av tjóðarroknskapinum at gera, sum nevnist fíggjarligar geirakonti – á enskum financial sectoral accounts.

Fíggjarligar geirakonti hava stóran týdning fyri virksemi hjá stovnum, sum halda eyga við fíggjaliga støðufestinum í Føroyum. Hesir stovnar eru fyrst og fremst Váðaráð Føroya, Danmarks Nationalbank, Det Systemiske Risikoråd umframt Landsbanki Føroya.

Ein røð av keldum eru neyðugar fyri at seta upp fíggjarligar geirakonti. Landsbankin hevur í hesum sambandi ment nakrar dátugrunnar, sum eru í rakstri. Fleiri verkætlanir viðvíkjandi øðrum grunnum eru í gongd. Afturat hesum er í einstøkum førum neyðugt at skipa nýggjar keldur og grunnar.

Vit søkja tí eftir fólki at taka lut í arbeiðinum at byggja dátuvøruhús okkara. Uppgávurnar fevna m.a. um at menna okkara end-to-end dátupipelines, har vit savna inn og viðgera dátur, ið enda sum innanhýsis hagtøl hjá nevndu fakstovnum og sum almenn hagtøl á heimasíðuni hjá Landsbanka Føroya.

Um teg

Vit søkja eftir búskaparfrøðingi við drúgvum KT-royndum. Persónar við hægri útbúgving innan KT umframt áhuga fyri búskaparfrøði kunnu eisini søkja.

Tað er neyðugt, at tú hevur royndir innan BI/ Information Management, herundir at menna dátuvøruhús og ETL-mannagongdir - serliga við MS SQL Server og tilhoyrandi Integration Services (SSIS). Tað er eitt krav, at tú hevur royndir at forrita í SQL, t.d. views og stored procedures.

Hevur tú royndir við R og BI-amboðum sum t.d. Tableau og Power BI, er hetta eisini ein fyrimunur. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til arbeiði og manualar viðvíkjandi tjóðarroknskapi, t.d. SNA 2008, GFSM 2014 og BPM6.

Tað hevur týdning, at tú samstarvar væl, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt nýtt starv, har tú kemur at hava avgerandi ávirkan á, hvussu dátugrundarlag landsbankans skal skipast og framtíðartryggjast. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum toymi, sum við tær telur trý starvsfólk, ið hevur ábyrgdina av okkara hagtalsgrundvølli.

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin skal vera Landsbankanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. februar 2020. Umsóknin skal sendast til malan@landsbankin.fo og skriva “Hagtalsmennari til landsbankan” sum evni.

Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, set teg so í samband við Jonhard Eliasen, telefon 289992.

 

Landsbanki Føroya er almennur fíggjarstovnur, ið umsitur landsins gjaldføri og fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya er eisini greiningarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Bankin er sjálvstøðugur almennur stovnur. Sum skrivstova fyri Føroya Váðaráð skal bankin vera við til at hava eftirlit við systemiskum fíggjarváðum. Bankin fyrisitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Sjey fólk starvast í Landsbankanum.

 

 

Aftur
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024