Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktara/heilsuhjálpara til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Søkt verður eftir heilsurøktara/heilsuhjálpara til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði
 
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólkum, og fyri at skapa teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.
 
Talan er um starv á 30 t/viku, at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvið er at byrja 1.apríl  2020.
 
Krøv til førleika
 
·       Útbúgving sum heilsurøktari / heilsuhjálpari.
·       Góð samstarvsevni.
·       Góð evni at samskifta í skrift og talu.
·       Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum.
·       Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing.
·       Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran.
·       Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum.
 
Vit kunnu bjóða tær
 
·       Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
·       Gott samstarv við onnur fakfólk.
Áhugað, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.
 
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn fríggjadagin 21.febr 2020 á middegi.
 
Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til nand@eystur.fo ella til:
 
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta.

Aftur
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Vertir til poddvarpssend­ingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Kanningar­fólk til Firum
Umsóknarfreist:
17. mai 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026