Lýsing

Fuglafjarðar Prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Fuglafjarðar prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
 
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
 
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.
 
Embætið verður eftir ætlan sett 1. juni 2020. Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Elduvíkar kirkja, Leirvíkar kirkja og Fuglafjarðar kirkja. Tvey bønhús eru í prestagjaldinum: Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funningsfirði.
 
Bústaðarskylda er, og tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Fuglafirði, Mørkin 10.
 
Prestagarðin verður dagførdur og valla tøkur sum bústaður fyrr enn 1. mai 2021. Sóknarpresturin og biskupur gera eina avtalu um bústaðin í skiftistíðini. 
 
Afturat kirkjunum og bønhúsunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.
 
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Biskupspróvtøkan er ein fortreyt fyri umsóknini.
 
Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin á sumri 2020 og kunnu taka við kallinum 15. juli 2020, eru vælkomnir at søkja.
 
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin, jf@kirkjan.fo 
 
Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 30. apríl 2020, kl. 12.00. stift@kirkjan.fo 
 
                                                                                                            Føroya Stiftsstjórn

Aftur
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024