Lærari til Serbreyt

 

Vit sóknast eftir einum avloysara til serligt skipað skúlatilboð frá 12. august 2024 til 30. juni 2025.  
Yvir skúlaárið er setanarbrøkurin 0,6 av einum ársverki. 
Serbreytin er skipað eftir kunngerð nr. 36 frá 4. apríl 2017 um serliga skipað skúlatilboð. 


Førleiki  
Útbúgvingarkrøvini til starvsfólk á Serbreytini eru læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella hægri útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið og hóskandi yrkisfakligar førleikar. 
Til hetta starvið er læraraútbúgving við støddfrøði sum linjugrein ein fyrimunur.  


Av tær vænta vit, at tú 
- kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt, 
- ert eldhugaður, opin og jaligur,
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga,
- hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk og 
- trívist í tvørfakligum samstarvi og luttøku í toymisarbeiði 


Setanartreytir  
Setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

 
Umsókn  
Umsóknin skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 6. mai 2024. 
  
Lærarin tekur við starvinum 12. august 2024.   
  

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Arnfinn Nesá, samskipara (arnfinnurn@tsk.fo), ella Rúna Heinesen, skúlastjóra. 

Aftur
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Smiður
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Fulltrúi til Heilsu­mála­ráðið
Umsóknarfreist:
20. mai 2024
Royndur maskinførari
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Mekanikari til verkstaðið
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024