Lýsing

Kriminalforsorgin søkir eftir sosialráðgeva

Vit hava eitt fulltíðarstarv til setan frá 15. august 2020.

Fría Kriminalforsorgin (KiF) arbeiðir við dømdum, ið hava fingið eftirlit í samband við ein treytaðan dóm, royndarleyslating ella viðgerðardóm. Vit fullgerða samfelagstænastudómar og dómar við øðrum treytum so sum rúsdrekka- og rúsevnisviðgerð. Harumframt gera vit persónskanningar og útinna forsorgararbeiði í Varðhaldinum.

Endamálið við okkara arbeiði er at stuðla viðskiftafólkum í at liva eitt lív uttan lógarbrot.

Vit arbeiða við amboðnum LS/RNR fyri at skipa eftirlitið til tann einstaka og brúka motiverandi samtalur undir eftirlitinum.

Í nøkrum eftirlitum, har viðskiftafólkið er í serliga stórum vanda fyri afturstigi til lógarbrot, arbeiða vit við MOSAIK (Motiverende Samtaleintervention i Kriminalforsorgen). Hetta er ein skipaður eftirlitsháttur við serligum venjingum.

Tú verður útbúgvin í hesum á skeiðum í Danmark.

Arbeiðsuppgávur

Høvuðsuppgávan í KiF er at seta í verk og hava eftirlit við at tær treytir, ið eru settar í samband við dóm og royndarleyslating, verða hildnar. Harumframt at kveikja til broyting og stuðla viðskiftafólkinum í at liva eitt lív uttan lógarbrot. Hetta verður gjørt við:

at hava eftirlit við viðskiftafólkum
at gera vanda- og tørvsmetingar, umframt gerðarætlanir at brúka í eftirlitinum
at hava samband við samstarvsfelagar viðvíkjandi samfelagstænastu, viðgerð v.m.
at samstarva við Psykiatriska Depilin um viðgerðardømd
at samstarva við Almannaverkið um veitingar til viðskiftafólkini
at gera persónskanningar og fráboðanir til ákæruvaldið
og arbeiða í tøttum samstarvi við fangavørðar við at vegleiða og stuðla teimum innsettu í Varðhaldinum


Vit bjóða:

upplæring eftir tørvi
góðar, dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagaðar
eitt fjøltáttað og ábyrgdarfult starv
gott arbeiðsumhvørvi
møguleika fyri sjálv/ur at leggja arbeiði til rættis
fakliga menning og útbúgving í LS/RNR og MOSAIK
 

Vit vænta, at tú:

er útbúgvin sosialráðgevi
er ágrýtin og sálarliga væl fyri
hevur hug at arbeiða við menniskjum
kann samskifta væl bæði munnliga og skrivliga á donskum og føroyskum
dugir at skipa títt arbeiði og eisini raðfesta fyrisitingarligt arbeiði
hevur koyrikort og bil
er ja-lig/ur og brennir fyri at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi
hevur reina revsiváttan

 


Setanartreytir

Setanin er eftir galdandi sáttmála millum Danska Fíggjarmálaráðið og Danska Sosialráðgevarafelagið

 

Talan er um fulltíðarstarv à 37 tímar um vikuna.

 

Setanin er frá 15. august 2020.

 

Setanarstaður er Fría Kriminalforsorgin í Føroyum, í Mjørkadali, undir stovninum Østsjælland, Bornholm og Færøerne.

 


Umsókn

Umsókn, CV, váttan um útbúgving vm. skal sendast til kif.faeroerne@krfo.dk í seinasta lagi 1. juni 2020.

 

Setanarsamrøður verða í viku 24.

 

Onnur kunning

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, so ert tú vælkomin at venda tær til eindarstjóran, Elkin Klettheyggj á tlf. 233802 ella sosialráðgevan, Beintu Bergsdóttir á tlf. 233805.

 

Meira kunning um Kriminalforsorgina finnur tú á www.kriminalforsorgen.dk 

 

Aftur
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025