Lýsing

Farloyvisstarv sum løgfrøðingur á Vørn

Vørn søkir avloysara fyri løgfrøðing í farloyvi. Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár og verður sett skjótast gjørligt. Vørn er stovnur undir Fiskimálaráðnum, og stovnurin er skipaður í deildir. Hesar eru í løtuni Fiskiveiðieftirlitið, MRCC og Veðurstøðin. Starvsinnihaldið er løgfrøðilig ráðgeving til stovnin sum heild.

Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru m.a.:

• At ráðgeva leiðslu á landi og umborð á skipunum í løgfrøðiligum spurningum, serliga innan fiskiveiðieftirlit, revsirættarligar spurningar og fyrisitingarrætt.
• At eftirkanna, at reglur um avmarkingar av útlendskum eigaraskapi og miðsavnan av rættindum verða hildnar.
• At skriva sektaruppskot og fyrireika revsimál, ið skulu leggjast fyri ákæruvaldið.
• At ráðgeva um privatrættarligar sáttmálar, so sum sáttmálar um sleip, sendinet og tryggingar v.m.
• At menna mannagongdir hjá stovninum.
• At ráðgeva og málsviðgera í sambandi við umsiting av veiðuloyvum og fiskiloyvum.
• At viðgera møgulig starvsfólkamál.
• At skriva hoyringarskriv.

Tann setti kann vænta sær eitt starv við sera fjølbroyttum uppgávum í mennandi og yrkisligum umhvørvi. Hevur tú áhuga, áræði og dugir væl at samstarva og eisini at arbeiða sjálvstøðugt, er Vørn rætta staðið.

Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur (cand. jur. )

Setanartreytir
Starvið er eitt farloyvisstarv í eitt ár og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Vørn á tlf. 291012 og tosa við Jan Klein Olsen, løgfrøðing, ella við teldupost til janko@vorn.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir
Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum, skal sendast til vorn@vorn.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 16. juni 2020 klokkan 12.00. (øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati) Til ber eisini at senda umsóknina við posti til adressuna, Yviri við Strond 3, Postsmoga 1238, 110 Tórshavn.

Aftur
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Sveisari
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Mekanikari
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Netastovan søkir eftir “Goymslu/­Innkeyps…
Umsóknarfreist:
18. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Skrivstovu­fólk til Sjónám
Umsóknarfreist:
20. nov 2025
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum ella hjá…
Umsóknarfreist:
12. nov 2025
Vinnu­ráð­gevi til Føroya Tele
Umsóknarfreist:
19. nov 2025
Føðslu­atstøðari til køkin á Klaksvíkar S…
Umsóknarfreist:
17. nov 2025