
NOFITECH søkir verkætlanarverkfrøðing í Føroyum
Fyritøkan Nofitech er í eini spennandi menningartíð við stórum vøkstri og nógvum uppgávum. Leiðsla og eigarar hava ætlanir um, at fyritøkan skal mennast enn meira. Íløgugrunnurin Longship er høvuðseigarin í Nofitech, sum hevur høvuðssæti í Tróndheimi í Noregi.
Verkfrøðingurin skal hjálpa verkætlanarleiðaranum við at samskipa og stýra verkætlanum. Arbeiðið fevnir um at loysa ymiskar uppgávur og annars at leiða verkætlanirnar. Verkfrøðingurin skal eisini samskipa arbeiðið hjá undirveitarum og hjá øðrum luttakarum í verkætlanunum, umframt at hjálpa til, tá ið útgerð og tilfar verða útvegað.
Greitt og gott samskifti við verkætlanarleiðaran og leiðsluna er týdningarmikið, og rætti umsøkjarin skal vera eitt virðiligt umboð fyri fyritøkuna mótvegis møguligum viðskiftafólki og øðrum pørtum, sum kunnu hava ávirkan á, at fyritøkan fær góð úrslit.
Setti verkfrøðingurin vísir til verkætlanarleiðaran.
Arbeiðsuppgávur:
- At vera við til at røkka góðum úrslitum fyri verkætlanirnar.
- At hava gott samskifti og samstarv við viðskiftafólk og veitarar.
- At hjálpa við ráðlegging, skjalfesting og við fíggjarviðurskiftum, sum verkætlanirnar fevna um.
- At hjálpa við at fyrireika tilboð og útbjóðingar.
- At standa fyri tí neyðuga arbeiðinum við heilsu, trygd og umhvørvi í fyritøkuni og at standa fyri at góðskutryggja verkætlanirnar.
- At hjálpa við at útvega vørur og tænastur, ið eru tengdar at verkætlanunum.
- At hava gott samskifti og samstarv við aðrar deildir undir arbeiðsgevaranum.
Krøv til umsøkjara:
- Skipsverkfrøðingur ella sivilverkfrøðingur (MSc).
- Tað er ein fyrimunur at hava sergrein innan verkætlanarleiðslu / skipanir til sjógvin, skeið innan akvakultur og viðkomandi master ritgerð.
- Viðkomandi arbeiðsroyndir frá RAS-skipanum ella øðrum líknandi skipanum er ein fyrimunur
- Tú dugir at tosa og skriva á enskum.
Persónligir eginleikar hjá umsøkjara:
- Skapandi, nærløgd/nærlagdur og jalig/ur, tí tú skalt vera við til at menna fyritøkuna.
- Neyv/ur og væl skipað/ur, tí tú røkir títt arbeiði væl og loysir uppgávurnar rættstundis.
- Evni til at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, tí tú fært skiftandi uppgávur.
- Tú ert tænastusinnað/ur og tú hevur viðskiftafólkið í miðdeplinum, tí tær dámar at skapa netverk
- Tú hevur fakligan stoltleika, tí tú gert eitt týdningarmikið arbeiði.
- Tú hevur góð evni at samskifta og førleikan at motivera fólk, tí tú vilt skapa góð sambond.
Nofitech bjóðar kappingarførar arbeiðsumstøður. Vit leita eftir einum persóni, sum kann arbeiða í skiftandi arbeiðstíðum og sum við jøvnum millumbilum kann ferðast til Noregs og til onnur lond.
Starv: Verkætlanarverkfrøðingur
Arbeiðstíð: Fulltíðarstarv
Stað: Føroyar
Freist at søkja: Skjótast gjørligt
Send umsókn til: robert@nofitech.com
Samband: Robert Hundstad - CEO - +47 900 49 976.
Nofitech varð stovnað í 2011 av Geir Løvik og John Hestad. Báðir hava teir drúgvar royndir frá norskari framleiðslu av smolti, og yvir 10 ára royndir við at sniðgeva skipanir til RAS (Recirculating Aquaculture Systems). Teirra mál var at menna ta bestu loysnina innan RAS, bæði í mun til kostnað og til rakstur. Tann fyrsti parturin til feskt vatn varð liðug í 2012, og tann fyrsta ModulRAS skipanin til virksemi í sjógvi varð liðug í 2015. Við hesum skipanum er nógvur fiskur framleiddur, og framleiðsluúrslitini eru góð.
7. jul 2025

7. jul 2025

10. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025

26. jul 2025

13. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025
