Lýsing

Maskinmeistari og Elektrikari til smoltstøðina hjá Mowi

Søkt verður eftir tveimum persónum til eftirlit, viðlíkahald og dagføringar
av tekniskum skipanum á smoltstøðini hjá Mowi.
 
 
Smoltstøðin
Liggur við Laxá á Hellunum og framleiðir alismolt frá rogni til stórt smolt, til aliøkini hjá Mowi í Føroyum. Tað starvast á leið 15 fólk á smoltstøðini og nú ynskja vit at seta fleiri starvsfólk at loysa tær teknisku uppgávurnar innan m.a.:
-        Vatn skipanir, ið innihalda ma. UV, ozone, stór filtur, blásarar, pumpir vm.
-        Ravmagns skipanir
-        Generator skipanir
-        Trýstlufts skipanir
-        Ilt (oxygen) skipanir
-        Fóður skipanir
-        Hita og køli skipanir
-        Ventilatións skipanir
-        Alarm og bruna skipanir
 
Tú ert
-        Maskinmeistari, mekanikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
Tað er ein fyrimunur um tú frammanundan hevur eina hondverkara útbúgving ella royndir sum smiður, elektrikari ella líkn.
 
Ella ert tú
-        Elektrikari, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir ella stóran áhuga fyri PLC skipanum.
 
Tú hevur lætt við at feilfinna og klárar at halda høvdið kalt, tá ið á stendur. Tú ert handalig/ur og hevur koyrikort til persónbil.
 
Tú ert ein nærlagdur, skipaður, ágrýtin og samstarvandi persónur. Hevur sunnan og jaligan hugburð, umframt at tú vilt læra og menna tínar førleikar.
 
Royndir við smoltaling og/ella ein av okkara omanfyri nevndu skipanum er ein fyrimunur, eins og at tín bústaður er í nærumhvørvinum (umleið 20 min. í bili ísbv. vakt).
 
At tú ert góðkendur sum elinnleggjari er eisini ein fyrimunur.
 
 
Starvið
Tú kemur at vera partur av einum tekniskum toymi á trimum persónum og fert at hava sera fjølbroyttar uppgávur innan eftirlit, viðlíkahald og dagføringar av øllum tekniskum skipanum. Tú kemur at ganga nógv og má vera til reiðar at hjálpa til við at taka tær av fiskinum og øðrum fyrifallandi arbeiði á smoltstøðini.
 
Støðin byrjaði í áttatiárunum og er síðan líðandi útbygd. Tvs. tú kemur at arbeiða við bæði tí nýggjasta, eins og eldri skipanum.
 
Eftir eina upplæringartíð, kemur tú at hava teknisku vaktina 3. hvørja viku. Hettar inniber ein vanligan arbeiðsdag (mán-frí, 8-16) og uttanfyri vanligu arbeiðstíðina, at hava vakttlf og vaktarbil so tú kanst møta innan stutta tíð. Í ringum veðri er neyðugt at verða á støðini alt samdøgrið.
 
Vit bjóða eitt gott og náttúruvakurt arbeiðsumhvørvi, upplæring og viðkomandi skeiðir, og at tú kemur at hava ávirkan á egið arbeiði.
 
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men um neyðugt, kunnu vit bíða eftir rætta viðkomandi.
 
Løn sambært nærri avtalu.
 
Hevur tú spurningar um starvið, vinarliga vend tær til okkara tekniska leiðara á støðini Bárður Árnason á bardur.arnason@mowi.com ella 791054.
 
Umsóknir við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast til bardur.arnason@mowi.com í seinasta lagi Sunnudagin 05.07.2020  Viðmerk: ”Starvslýsing Maskinmeistari” ella ”Starvslýsing Elektrikari”
 
 
 
 
Mowi er heimsins størsta alifyritøka. Í Føroyum hava vit smoltstøð á Hellunum, alibrúk á Oyndarfirði, í Vík og á Sandi.
Kryvjivirki og høvðusskrivstovan er á Strondum.Tilsamans starvast áleið 80 fólk hjá Mowi Faroes.

Sí meir á www.mowi.fo
 

Aftur
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024