Lýsing

Spennandi deildarleiðarastarv í Roðanum

Roðin økistænastan í Skálafjarðarsamstarvinum skal hava nýggjan deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Roðanum.

Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.

Vit leita eftir deildarleiðara til sambýlið Vesturskin á Toftum. Á sambýlinum eru 16 búpláss og har starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, køksfólk og hjálparfólk.

Málið hjá Roðanum økistænastuni er, at veita eina dygdargóða tænastu, stimbra heilsu og trivnað, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt - hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

UM STARVIÐ
Deildarleiðarin skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi.

Deildarleiðarin skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini av tænastuni og megna at fremja sjónliga leiðslu.

Deildarleiðarin skal tryggja, at virksemið í Roðanum fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á nøktandi støði.

Deildarleiðarin er partur av deildarleiðslutoyminum í Roðanum og hevur tætt samstarv við leiðaran.

FØRLEIKAKRØV
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur er eitt krav.

Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

SETANAR- OG LØNARVIÐURSKIFTI
Deildarleiðarin vísir til leiðaran hjá Roðanum.

Starvið er fulla tíð og verður at seta 1. januar 2021. Starvið er lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara, tlf. 793300 ella við telduposti jongerdg@rodin.fo 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”deildarleiðari Vesturskin” Umsóknarfreistin er 19. oktober 2020.

Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

 

Aftur
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026