Lýsing

Avgreiðslu/skrivstovu fólk til Visit Norðoy/Norðoya Kunningarstovu

Spennandi starv hjá Visit Norðoy er leyst at søkja. Talan er um fulltíðarstarv, har uppgávurnar eru ymiskar, tó er starvið tongt at tænastu, kunning og menning.

Visit Norðoy virkar fyri at menna, savna og geva út upplýsingar um Norðoyggjar, og um virksemi í Norðoyggjum, til borgarar og vitjandi. Talan er um mentan og ferðavinnu, við tí skapa áhuga fyri Norðoyggjum, innan eins væl og uttanlands. Hartil stuðlar Visit Norðoy, handli og aktørum sum viðvirka fyri trivnaði í økinum.

Starvið

Sum avgreiðslu/skrivstovufólk kemur tú at hava nógvar ymiskar uppgávur í dagliga arbeiðinum. Størsti parturin er kundatænasta og móttøka, har vegleiðing til ferðafólk og vitjandi annars, eins væl og kunning til borgarar í økinum er ein týðandi partur.

Søla og kundatænasta er tí ein avgerðandi leiklutur í starvinum sum er í boði.

Dagliga starvast trý starvsfólk í Visit Norðoy. Starvsfólk, sum verður sett, gerst ein týðandi partur fyri menning av arbeiðinum, sum Visit Norðoy ger, bæði tá tað kemur til ferðavinnumenning og trivnað fyri økið, eins og menning av arbeiði innanhýsis.

Førleikakrøv:

Tú:

-  Hevur førleika og áhuga fyri ferðavinnu.
-  Hevur royndir og áhuga, fyri handli/tænastu vinnu.
-  Hevur áhuga fyri skrivstovu líknandi arbeiðið.
-  Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur yvirlit og røkiskap.
-  Hevur áhuga og sans fyri marknaðarføring og sosialum miðlum.
-  Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum, donskum og enskum.

Setanarviðurskifti:

Starvsstaður er í Klaksvík. Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Umsókn við CV og møguligum prógvum, skulu sendast til jorunh@klaksvik.fo. Freistin at søkja er mánadagin 19 oktobur. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um spurningar eru til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Jórun Høgnesen, stjóra í Visit Norðoy, tel. 216939 ella á teldupost: jorunh@klaksvik.fo.

Aftur
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025