Lýsing

Undirvísingarstýrið søkir eftir løgfrøðingi

Hevur tú hug at royna teg í einum fjølbroyttum starvi innan undirvísingarverkið?

Um starvið

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um øll økir, ið Undirvísingarstýrið varðar av. Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Starvið er nýtt, so tú ert sjálvur við at menna og mynda starvið. Høvuðsuppgávurnar verða:

  • Løgfrøðilig ráðgeving innanhýsis, í teimum ymiskum eindunum í Undirvísingarstýrinum
  • Løgfrøðilig ráðgeving og vegleiðing til leiðslurnar í fólka-, miðnám- og vinnuskúlum í starvfólka-, fyrisitingarrætti og regluverkinum á økinum
  • Løgfrøðilig ráðgeving í samband við sáttmálar o.a. til KT-heildarætlanina fyri undirvísingarverkið
  • At luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði, ið Undirvísingarstýrið er partur av
  • At skipa mannagongdir, vegleiðingar og eftirlitsuppgávur
  • At taka lut í og viðgera viðkomandi fyrisitingarlig mál

Førleikakrøv:

Vit rokna við, at okkara nýggi starvsfelagi:

  • hevur kandidatútbúgving sum cand. jur, cand.merc.jur ella samsvarandi
  • hevur góð evni at samskifta í talu og skrift á føroyskum
  • hevur góð samstarvsevni, er tænastusinnaður, er liðspælari og kann eisini arbeiða sjálvstøðugt

Setanarviðurskifti

Starvið verður lýst til setanar frá 1. mars 2021 ella skjótast tilber. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum viðmælum
skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2021 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til:

Undirvísingarstýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 9
110 Tórshavn

ella við t-posti: undirvising@uvs.fo 
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra, tlf. 555045.

Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Umframt fólka- miðnáms- og vinnuskúlarnar, eru Studni, Musikskúlin og Vegleiðingarstovan partar av Undirvísingarstýrinum. Í Undirvísingarstýrinum starvast 22 fólk.

Aftur
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Kanningar­fólk til Firum
Umsóknarfreist:
17. mai 2026
Summarstørv og avloysararstørv í Klaksví…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026