Lýsing

Starvsfólk til Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík

Umlættingarheimið Dáin søkir eftir 2 starvsfólkum og avloysara at byrja 1. Des. 2020 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um 2 størv á 30 tímar um vikuna.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Dáin er ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis.
Eisini er eitt frítíðartilboð knýtt at stovninum.

Arbeiðsuppgáva
Starvsfólkini skulu virka fyri at borgarnir sum koma til umlætting fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag.
Vit taka støði í einstaka borgaranum, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast og fær umsorgan, ið er bygt á javnvirðið, á høgum námsfrøðiligum støði.
Vit skulu skapa eitt umhvørvi, har social samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti.
Vit vegleiða og stuðla borgaranum í vanligum dagligum virki og taka atlit til hvat borgarin megnar.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving ella fólki við royndum innan økið.
Um eingin við omanfyrinevndu útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.

Væntanir
Vit vænta at umsøkjarin leggur dent á gott samskiftið við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar – eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Harumframt verður væntað at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, hava koyrikort til bil og vanligan KT-førleika.

Setunar- og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Flokkingin er frá stig 11 – 22.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost dain@av.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagið 15. februar 2021.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf. 297750, ella Vinni Lilaa, varaleiðara á tlf. 457187, gerandisdagar, kl. 10.00 – 16.00.

Umlættingarheimið Dáin
Mýrivegur 11
FO-700 Klaksvík

Aftur
Goymslu­fólk við umsitingarligum førleiku…
Umsóknarfreist:
6. apr 2026
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Handilslærl­ingur til Telebúðir­nar í Klak…
Umsóknarfreist:
6. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Húsasmiðir til Norð­urøkið
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
13. apr 2026