Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stoypingin gongur væl

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Nú eru ikki nógvar stórar stoypingar eftir til stórhøllina í Mentanarhúsinum. Bogin niðaneftir báðum langsíðunum, sum er nakað hægri, enn oman móti Vágsbøi, skal nú gerast. Síðani verður veggurin niðan móti Klaksvíksvegi lokaður – alt úr fyrsta floks beton og arbeiði hjá Kanjon.

 

Eftir tað verður berandi stálkonstruktión løgd á millum langsíðurnar, sum m.a. er berandi fyri takið og teknikbrúgvarnar inni í stóru høllini. 

 

Eitt ár síðan

½ apríl 2020 og nakrar dagar fram umløgdu menn frá FT-Net eina stóra høvuðskaðalveiting, sum lá júst har, nýggi tilbygningurin – stóra høllin afturat Posthúsið skuldi gerast. 

Longu 28. apríl 2020 eru menn frá Kanjon farnir at rigga til, grava av og steinseta fyri sjálvum byggiplássinum, har m.a. skúrar skuldu setast – hetta áðrenn sjálva útgravingina, sum var nakað umfatandi.

Tí kann sigast, at fyri einum ári síðan var rættilig ferð komin á útgravingina fyri byggingini av komandi mentanarhúsinum í Klaksvík – og verkætlanin byrjað.

Tá ið nú nakrar fáar stórar stoypingar eru eftir, eru tekin í sól og mána um, at tað ganga ikki nógvar vikur, til tað veður reisigildi.

Jú, spennandi verður – og summar stendur fyri durum, akkurát passaligt til takarbeiði og liðuggerð úti.