Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Straksdómur í máli um innflutning af hassji

Tíðindaskriv

Ein 25 ára gamal maður er í dag dømdur 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti fyri at innflyta uml. 3 kg. av hassji til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.

 

 

Maðurin, sum kom til Føroya í gjár við Norrønu, bleiv steðgaður av tollvaldinum. Tað vísti seg, at hann hevði goymt uml. 3 kg. av hassji í bilinum hjá sær.

Maðurin játtaði seg sekan, og tí kundi málið avgreiðast við einum sokallaðum straksdómi í Føroya Rætti í dag. Maðurin bleiv dømdur 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Umframt fongsulsrevsingina blivu bilurin, sum hassjið var smuglað í, og hassjið, konfiskerað.

Maðurin hevur nú 14 dagar at kæra dómin.