Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Strámenn spæla Guttesen á Country Festivalinum 2026

Jóhann Lützen

Strámenn spældu fyrstu ferð saman í 2018 til Grannakaffi í Miðvági. Tað vant so líðandi uppá seg við spælinum. Eftir hetta hava framførslur verið av ymiskum slagi gjøgnum. Á Contry Festivalinum byrjaði tað sum “syngi við” í tjaldinum við Countrygøtuna.

 

Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo

Seinastu tvey árini hava teir spælt á Stakkapalli. Tónleikaskráin fevnir um bluegrass, country og fólkatónleik. Í ár fara teir á pall at framføra, har øll løgini eru sangir hjá Jóan Jakku Guttesen, sála

Hesuferð eru Strámenn:

  • Remi – gittar og sang
  • Michael – fiól og mandolin
  • John Edvin – bass
  • Marner – gittar og sang
  • Páll: banjo og sang
  • Árni – gittar og sang
  • Severin – harmoniku og ljómborð
  • Einar – trummur

“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”