Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Strong revsitiltøk móti russiska Chelsea-eigaranum

Jákup Ósá

Bretska stjórnin hevur í dag boðað frá, at revsitiltøkum móti nøkrum russiskum ríkmonnum, sum avleiðing av krígnum í Ukraina. Harímillum Roman Abrahmovich, sum eigur stórfelagið Chelsea.

Hetta merkir stórar avleiðingar fyri Chelsea. Chelsea sleppur ikki at keypa ella selja leikarar og nýggir sáttmálar við verandi leikarar mugu ikki gerast. Chelsea hevur tó fingið loyvið at halda fram við fótbóltavirkseminum, men við stórum avmarkingum. M.a. sleppur felagið ikki at selja atgongumerkir og tí sleppa bara áskoðarar  ið árskortum til dystirnar so leingi sum hetta revistiltakið er galdandi.

Eisini er óvist, hvussu verður við møguligari sølu av Chelsea, sum eigarin hevði ætlanir um skrivar m.a. Sky Sports.