Tað fer at vera eitt sindur av vindi inn eftir Borðoyavík i´dag, meðan dystur er á Djúpumýru ímillum KÍ og NSÍ.
Luftin kemur til okkara úr Suðursvøríki, har er hon eitt sindur kaldari enn í Føroyum. Hon ornar 2-3 stig á vegnum til Føroya, og tekur damp í seg yvir Norðsjónum.
So, meðan dysturin er, fer vindferðin at liggja um 8 til 13 m/s, ættin landsynningur-sunnan (t.e. beint inn eftir Borðoyarvík), hitin fer at liggja um 7-8 stig, og tað fara at vera sólglottar ímillum skýggini.
Góðan dyst, og koyr á KÍ!




