icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðla “Føroyar móti krabba”

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 27. mars skipar Krabbameinsfelagið í samstarvi við Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið fyri stóru landsinnsavningini “Føroyar ímóti krabba”, sum verður sýnd í Kringvarpi Føroya kl. 19.00.

Allur innkomin stuðul fer til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum at hjálpa, ráðgeva, fyribyrgja og at stuðla gransking.

Soleiðis ber til at stuðla:

 

Flyting umvegis banka
Bank Nordik:                   6460 – 618.088.6
Betri Banki:                      9181 – 551.502.7
Norðoyar Sparikassi:     9865 – 323.088.5
Suðuroyar Sparikassi:   9870 – 304.242.2

 

Stuðla við sms*

Send sms til 1551: tú stuðlar við 100 kr. og er við í dráttinum um 11 ymiskar vinningar

Send sms til 1552: tú stuðlar við 200 kr. og er við í dráttinum um ein el-bil

 

*Tað eru bara kundar hjá Føroya Tele, sum kunnu senda sms. Øll kunnu ringja.

 

Stuðla umvegis telefon

Ring til 901551: tú stuðlar við 100 kr. og er við í dráttinum um 11 ymiskar vinningar

Ring til 901552: tú stuðlar við 200 kr. og er við í dráttinum um ein el-bil

 

Stuðla umvegis uppboðssølu
3 listaverk og 3 brosjur eru á uppboðssølu, fram til leygarkvøldið kl. 22.00

 

Málningur eftir Trónd Patursson
Standmynd úr leiri eftir Guðrið Poulsen
Standmynd úr viði eftir Joel Cole
3 brosjur sum Turið Mohr hevur sniðgivið

 

Ring á tlf. 200300, um tú hevur áhuga at bjóða.