Latið verður upp sunnudagin 13. mars kl. 15.00.
Kvinnukórið Suð luttekur til ferniseringina og møguleiki verður at keypa kaffi og køkur. Áleið 30 verk eru latin til stuðulstiltakið. Møguleiki er eisini at ogna sær eina serstaka t-shirt, sum ung handan Larma_Klaksvik hava gjørt til endamálið. Blusurnar kosta 150 kr og fáast í hvítum og svørtum. Allur peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið í Ukraina.
Framsýningin í Finastøðini í Klaksvík er opin 13. 14. og 15. mars frá kl. 15.00 til 19.00.
Stuðlar: Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar kommuna, Amarant, Baka fyri meg, Bakaríið hjá Vígdis, Kondittarí Marietta, Norðlýsið, Klivar, Norðvask, Suð, KBI, El-in, Garpar, Berglon, Føroya tele, Kemilux, Anna&Annað, LARMA, Reklamuprent og Húsið.



