Freistin at søkja stuðul úr grunninum Mentanartiltøk er týsdagin 3. apríl.
Grunnurin Mentanartiltøk hjá Klaksvíkar kommunu letur á hvørjum ári stuðul til mentanartiltøk, sum á ein hvønn hátt fremja og promovera Klaksvíkar kommunu á mentanarliga økinum.
Til ber at lesa meira um endamál, reglugerð og treytir fyri stuðli á umsóknarblaðnum, sum kann takast niður her.



