Felagið Heimafriður fer nú undir at søkja fíggjarligan stuðul til virksemið hjá felagnum.
Virksemið hjá Heimafriði er nógv vaksið síðani felagið varð stovnað fyri smáum tveimum árum síðani. Frá byrjan hevur fokus verið á at loysa trupulleikan við larmi frá skipum, heldur enn at tryggja felagnum fíggjarligt tilfeingi.
Eldsálir innan felagið hava arbeitt ótroyttilig hesi tvey árini, og hava tey borið útreiðslurnar av virkseminum. Virksemið er vaksandi og nú er tørvur á fíggjarorku til raksturin fyri at felagði skal kunna virka framyvir.
Endamálið hjá Heimafriðið er at virka fyri, at fólk fáa frið og hvíld fyri larmi frá vinnuni, tá tey eru heima hjá sær sjálvum. Ótolandi larmur, ristingar, roykur ella ljós frá skipum og øðrum vinnuvirksemi, skal ikki framhaldandini sleppa at hava oyðileggjandi ávirkan á bústaðarøkir.
Arbeiðið hjá felagnum hevur gjørt mun, men enn er langt eftir á mál.
Til ber at stuðla felagnum við limagjaldi á 100 kr ella við einari upphædd, sum fólk sjálvi velja. Hvør króna ger mun, so eingin upphædd er ov lítil.
Ynskir tú at stuðla Heimafriðið, kanst tú flyta pening á kontu í Betri Banka 9181 – 0005462349.
Trina Elttør Eysturoy, forkvinna
Tlf.: 271807




