Vitjanin í USA gav ikki Volodymir Zelenskij alt tað, hann hevði vónað. Eitt trætumál um korn hevur elvt til steðg í vápnaveitingini frá Póllandi til Ukraina. Danmark og Týskland fáa ákoyringar fyri at hava sent gomul og slitin tanks til Ukraina, harav fleiri eru óbrúkilig. Og Bretland gevur hin vegin Ukraina ákoyringar fyri ikki at sýna nóg mikið av takksemi.
Volodymir Zelenskij hevur í USA fingið lyfti um ein vápnapakka við virði áljóðandi tað, sum svarar til 2,3 milliardir danskar krónur. Hann hevði tó sambært DR sett nøsina upp eftir langtrøkkandi vápnum eisini, ið hann ikki fekk. Orsøkin sigst vera, at har er ein krígstroyttleiki at hóma í USA, og eitt vaksandi tal av serliga republikanarum vilja ikki senda fleiri vápn. Ítøkiligur ivi varð sáddur um, hvørt USA fer at veita meira hjálp aftaná hendan vápnapakkan.
Í Póllandi er stór ónøgd frammanundan forsetavalinum 15. oktober, serliga har eysturi í landinum, har póllendingar siga seg verða undirmineraðar av, at ukrainskir bøndur selja korn fyri undirprís. Pólland hevur boðað frá forboði fyri innflutningi av korni úr Ukraina og polski forsætismálaráðharrin Mateusz Morawiecki sigur, at tey fara at styrkja egna verju heldur enn at geva Ukraina fleiri vápn. Tó hevur forsetin í Póllandi, Andrzej Duda, drigið nakað í land aftur, og sigur, at Pólland kanska fer at geva Ukraina síni eldru og avløgdu vápn, tá pólski herurin skiftir tey út við nýggj.
Sambært Jyllandsposten hava bæði Ungarn og Slovakia eisini sett forboð fyri innflutningi av ukrainskum korni.
Tað sama, gomul og avløgd vápn, vístu seg eisini at vera tað, Ukraina fekk úr Danmark og Týsklandi. Politiken skrivar, at 10 tanks, sum Týskland hevur latið Ukraina, vóru í so ringum standi, at tey ikki kunnu brúkast. Ukraina hevur hvørki neyðugu mekanikararnar ella eykalutirnar til at gera so umfatandi umvælingar, at tanksini kunnu brúkast. Av tanksum úr Danmark eru staðfestir feilir á 12 út av 20. Okkurt bendir tí á, at Danmark og Týskland nýta kríggið til at rudda gomul tanks, ið hava tænt fyri seg, út.
Í eini ”hernaðarligari samanumtøku” nevnir ein hernaðarligur viðmerkjari (kelda niðanfyri), at fleiri av stuðlunum hjá Ukraina eru vorðnir meira lunkaðir, nú kríggið dregur út. Russland sær ikki út til at leggja kongin fyri nakran prís, men hava í staðið rullað eitt arsenal av langtrøkkandi vápnum út, og á tí økinum eru russar ukrainarum yvirlegnir, serliga nú Ukraina ikki fekk langtrøkkandi vápn úr USA, sum ukrainski forsetin hevði vónað.
Keldur:
https://www.dr.dk/nyheder/udland/overblik-det-fik-zelenskyj-ud-af-sit-besoeg-i-washington




