Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stuðulskonsert fyri ferð til Noregs

Oliver Joensen

Næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla eru bjóðaðir at vera við til Norðurlenskar Samanspælsdagar, sum verða í Ås í Noregi dagarnar 1.-5. mai.

Næmingar frá musikkskúlum í Ås í Noregi, Faaborg í Danmark, Tanum í Svøríki og Klaksvík koma saman fyri at venja  og framføra til tvær konsertir. Hvør skúli hevur sítt program, men eisini venja tey felagssangir, har øll spæla saman.

Hetta er triðju ferð næmingar frá Klaksvík eru við. Dentur verður lagdur á føroyskan tónleik, bæði eldri og yngri, sum er lagdur til rættis fyri næmingarnar. Í ár skulu vit m.a. framføra Dimmið (Nú nemur náttin við smærur) eftir Jógvan Waagstein, sum Páll Sólstein hevur útsett og Kall og Svein ungi, sum Laila Nielsen hevur útsett.

Í sambandi við ferðina verður stuðulskonsert mánakvøldið 29. apríl kl. 19 í Miðhøllini á Skúlatrøð. Næmingar og lærarar framføra ymiskan tónleik, skúlakórið syngur og eisini spælir Klaksvíkar Hornorkestur nakrar sangir. Atgongd er ókeypis, men høvi verður at keypa kaffi og kakur og stuðla ferðini hjá næmingunum.