Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stuðulsrenning í Klaksvík leygardagin

Treysti

Leygardagin tá NS hálvmaraton verður runnið, er eisini møguleiki at luttaka í einari 5 km stuðulsrenning. Luttøkugjaldið á kr. 100 fer óskert til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. 

Venjingin til Royal Run sum plagar at vera leygarmorgun kl. 11.00 verður ikki, og ístaðin verður lagt upp til at tey, sum ætla at luttaka í Royal Run 1. juni, royna seg leygardagin kl. 14.00. Men øll eru vælkomin at luttaka.

Leinkja til tilmelding til stuðulsrenningina er her: https://treysti.atgongumerki.fo/webshop/event/829998/order/info
tá ein meldar til er eisini møguleiki at stuðla við ávikavist kr. 50, 100, 150 ella 200 afturat luttøkugjaldinum.

Seinasta ár gav stuðulsrenningin kr. 10.000 til Sclerosefelagið.