Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stuttar hugleiðingar úr afturlítandi práti

Alex Sólstein

Eitt heiti, sum vi børn nýttu á Vágsheygnum, og sum eg ikki havi hoyrt aftur, síðani eg var smádrongur, er uppi á KANTI. Soleiðis kallaðu við sneiðingina, har Nýggivegur og Flesjavegur møttust. “Hvør var fyrstur at renna ella súkkla niðan á Kant og aftur?” var millum annað ein roynd, sum vit gjørdu. Onkur segði seinni uppi á SKÁKI. Fóru vit niðan eftir Nýggjavegi og oman í Borðoyavík, so søgdu vit altíð, at vit fóru niðan í Møl. “Vit hava verið uppi í Møl og spælt”, varð sagt, sera sjáldan orðið Borðoyavík. 

Fiskur kom nógvur upp á land í Klaksvík í tríatiárunum. Her vóru í tríatiárunum ikki færri enn tíggju skonnartir. (Guddi á Dalinum átti Polarfari, Dávur úr Gerðum Skálanes, Dorius Hvidbro Sjófari, Malvinus í Vátutoft Lili, Jógvan hjá Billu Atlantsfari, Símun hjá Póli Polo, Pól úr Mikladali Stellu Mariu, Jóan Jakku av Viðareiði Viðoy, Óli hjá Jakku á Eiðinum Fossanes og Klaksvíkshandilin Karina), har vóru umframt onnur skip, sluppir og útróðrarbátar. Mesta av fiskinum fór av landinum sum klippfiskur, og hann skuldi turkast, so her vóru nógv fiskastykki í bygdini í uppvøkstrinum. Á Vágsheygnum sunnan fyri Snikkaravirkið (har teir nú spæla dart og billard) var fiskastykkið hjá Heimistovubóndanum. Uppi á Kanti norðan fyri Flesjavegin, hevði Stovugarðsbóndin fiskastykki, og yviri í Gerðum, har sum Heygavegur og Gerðagøta møtast, hevði Niðristovubóndin fiskastykki. Sum børn plagdu vit at sleppa uppí at bera út og bera saman onkran góðan sólskinsdag. Fiskur varð eisini breiddur í fjøruni úti undir kirkjugarðinum og úti í oyrarfjøruni og á Skálabergi. Óli í Skúla hevði stórt fiskastykki í Búðunum oman fyri har, sum vit seinni hava kallað hjá Óla Gaard. Úti í Klaksvík hevði Klaksvíkshandilin eisini stór fiskastykki. 

Kjølbro fyritøkan tók móti nógvum saltfiski, og sendi fisk bæði til Svínoyar og Oyndafjarðar at turka. Men veðrið man vera broytt, tí neyvan hald eg at nakar stertur hevði tornað á einum fiskastykki í veðrinum, so sum tað hevur artað seg seinni í mínum vaksna lívi. Kjølbro hevði fiskastykki norðuri á Stongunum og á Kósini; men hesi komu vit sum vágsheygabørn ongantíð í samband við. Tú helt teg mest í barndómsøkinum. 

Í bókini hjá J. S. Hansen: Tey byggja land, er ein sigandi mynd (myndin omanfyri) av einum fiskastykki hjá Kjølbro niðri á Biskupsstøð oman móti Ósánni. Har síggja vit fólk í øllum aldri í holt við at breiða fisk út til turkingar. Her merkja vit, hvussu lítið stórlatin okkara bygdafólk hava verið. Kanska ein sigandi mynd av tí stættarleysa samfelagnum, sum altíð hevur eyðkent Klaksvíkina. Har eru børn, ungar gentur, konur við børnum og smábørnum, eldri konur og menn. Mitt í myndini stendur Palli Sólstein, hvítklæddur, er komin at hjálpa til. Hevur tikið sær eina løtu úr skrivstovuni. Hann var annars stjóri í fyritøkuni Kjølbro í 44 ár. Vit síggja hálvvaksnar gentur, giftar konur við børnum; við súkklu stendur Fía á Geilini, systir Sterka Jakku; hon giftist til Danmarkar. Í miðjuni við fiskastakkin stendur Lina í Gerðum, sum misti mann og son við Gerðabátinum á grækarismessu 1910. Lina gjørdist omma til alla Isaksenættina úti í Víkum. Teir báðir eldru menninir, sum bera børu, eru Jákup Sivar Frederiksen av Uppsølum, pápi Palla Sólstein, og Óli Klokker úr Gerðum, pápi Jógvan Kjølbro. Drongurin við fiski á bakinum er 10-12 ára gamli Robert Joensen, kanska í dag kendasti klaksvíkingurin. Hann hevur lagt úr hondum ein røð av áhugaverdum siðsøguligum bókum um okkara øki, og hevur føroyskað ivaleyst best umtókta sálmin í sálmabókini: Nú hvítna tindar. 

Soleiðis hevur tað verið á mongum fiskastykki serliga í tríatiárunum, har breitt varð út, tá sólin kom undan, og so skjótt hann hótti við æli at skunda sær at taka saman aftur. Ein farin tíð, sum onkur tók til. 

Harleyfacadeacryl