Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stýrið fyri TSK er skipað næstu fýra árini

Jóhann Lützen

Í stýrinum komandi fýra árini eru fyri handverksmeistararnir valdir Hilmar Danielsen og Helgi Johannesen, fyri handverkarafeløgini Johan Hansen og Heini O. Heinesen, fyri Klaksvíkar kommunu Karl Haldorson Johansen og fyri starvsfólkini Rógvi Justesen.

Skúlastýrið fyri sjálvsognarstovnin, Tekniska Skúla í Klaksvík, verður valt fjórða hvørt ár. Føroya Handverksmeistarafelag velur 2 limir og Føroya Handverkarafelag 2 limir. Klaksvíkar Kommunan velur 1 lim og starvsfólkini á skúlanum velja 1 lim.

Í stýrinum komandi fýra árini eru fyri handverksmeistararnir valdir Hilmar Danielsen og Helgi Johannesen, fyri handverkarafeløgini Johan Hansen og Heini O. Heinesen, fyri Klaksvíkar kommunu Karl Haldorson Johansen og fyri starvsfólkini Rógvi Justesen.

Stýrið hevur í dag skipað seg við Hilmar Danielsen sum formanni og Johan Hansen sum næstformanni.
Skúlastýrið er ovasta leiðsla skúlans og hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av rakstrinum.”