Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stýring‚ stýring og aftur stýring

Eyðstein Ó. Poulsen

Nú nærkast 10. novembur. Hvat verður sagt í dag‚ og hvat verður gjørt eftir 10. novembur? Jú‚ sjónligt er‚ at fleiri og fleiri valevni nevna liðuggerð av verkætlanum‚ betri bústaðarmøguleikar‚ vinnuøki‚ betri stýring og upprudding av vegarbeiðunum‚ ið eru í gongd. Fleiri nevna 2. og 3. byggistig av Skúlatrøð‚ og sjálvandi útbyggingina í Norðhavnini.

Eg gleði meg at sleppa til arbeiðis eftir 10. novembur‚ um álitið skuldi verið latið mær upp í hendi. Ein nærløgd gjøgnumgongd av arbeiðum‚ sum eru í gongd‚ og verkætlanum‚ sum eru í stoypiskeiðini skal tryggja ordiliga liðugtgerð av øllum‚ ið kommunan tekst við. 2. og 3. Byggistig á Skúlatrøð skulu framskundast‚ og útiøkið skal skipast beinanvegin. Ferð setast á útstykkingina undir Fossum‚ Norðhavnin leingjast‚ og Klaksvíkar Kommuna má leggja lunnar undir loysnir‚ ið lyftir fólkavøksturin í kommununi upp á sama støði við kommunur‚ ið vit vanliga samanbera okkum við!

X við Eyðstein Ó. Poulsen
Fólkaflokkurin