Sunnukvøldið, 24. apríl kl. 20.00 verður konsert við Suð í Christianskirkjuni
Suð fer at syngja brot úr oratoriinum Messias hjá G. F. Händel. Tær koma at syngja nakrar kórsatsir, nøkur resitativ og nakrar ariur, sum Ernest Read hevur útsett til kvinnukór. – Fleiri úr kórinum sleppa at royna seg sum solistar.
Johannes Andreasen kemur at hava klaverfylgispælið, og Eydna Skaale fer at siga stutt frá Händel og verkinum, og síðani fer hon at lesa brot upp úr Bíbliuni í sambandi við verkið.
So hevur tú hug at njóta eina stilla løtu við páskaligum tónum – burtur frá gerandisresinum – set so tíð av og kom á konsert.




