Ættin fer at liggja ímillum sunnan og landsynning í nakrar dagar. Eitt hátrýst yvir Skandinavia fer at senda luft hendavegin hetta til mánadagin í øllum førum. Okkurt brúgvalag við regni fer at leggja seg yvir okkum viðhvørt hetta tíðarskeiðið – serliga í kvøld og leygarkvøldið (kanska).
Byrjandi við í dag, so er miðalvindferðin í Føroyum 13-18 m/s úr eysturhallari suðurætt. Sum tað er við øllum ættum, so er munandi meiri enn tað onkrasteðs kring landið – og minni onkra aðrasteðs.
Tað er turt næstan alla staðni kring landið.
Tíðliga í kvøld fer at regna, men nakrar tímar seinni slítur í, og ættin støkkur vesturum til útsynning, og vindferðin minkar niður í 3 til 8 m/s.
Eftir midnátt fer at mala úr ymsum ættum, men í morginári er aftur sunnan ella landsynningur-sunnan, vindferðin 10 til 15 m/s og ælaveður. Soleiðis verður allur morgindagurin – kanska vindur veksur eitt sindur seinnapartin til 13 til 18 m/s. Hitin í morgin fer at liggja um 6-7 stig.
Leygardagin fer vindurin at koma úr somu ætt: eysturhallur sunnan. Vindferðin fer at liggja um teir 15 m/s. Tað fer at vera turt stóran partin av degnum, men seint seinnapartin er eitt brúgvalga við regni komið vestaneftir. Vónandi hevur tað ikki tað stóra upp á seg. Hitin leygardagin fer at liggja um 5-7 stigini.
Sunnudagin minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s úr landsynningi-suðuri. Turt fyri tað mesta allan dagin. Hitin sunnudagin fer at liggja um 5-7 stig.



