Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Suðuroyingur rør aftur í summar

Jákup Ósá

Nú er greitt, at Suðuroyingur verður við hjá 10-mannaførunum í summar.

Í fjør vóru fýra 10-mannafør við – Klaksvíkingur, Ormurin Langi, Drekin Reyði og Havnarbáturin – og felags fyri øll var, at tey í øllum førum onkrar róðrar kappaðust heilt frammi í oddinum. Endin gjørdist, at Klaksvíkingur vann við manning, ið ongantíð áður hevði roynt at róð við 10-mannaførum frammanundan.

 

Suðuroyingur við aftur

Fyri nøkrum árum síðani róði Suðuroyingurin við og vann hann eisini fleiri róðrar. Samanlagt rakk tað tó ongantíð til nakað FM. Nú kann so gleðiliga staðfestast, at Suðuroyingur rør aftur í 2018. M.a. verður ein partur av manningini røðarar frá Tofta Regini í fjør, sum vann FM.

– Vit eru mannaðir og hava gjørt bátin í stand. Talan er um blandaða manning, har nakrir royndir røðarar eru við umframt nakrar, sum ikki hava róð so nógv áður. Tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at ganga, og undir øllum umstøðum er tað gott, at Suðuroyggin aftur er við í 10-mannafarsróðrinum, sigur Dánjal Martin Hofgaard, bátsformaður á Suðuroyingi, við Norðlýsið.