Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summaransing 2021

klaksvik.fo

Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 29, 30 og 31. Tilmeldingin til summaransing er opin til og við týsdagin 8. juni. Summaransingin verður í ár skipað í Barnhúsinum Margit.

Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á summaransing. Ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí har eru bæði nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarferiu.

Foreldur verða tí biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing. Fráboðanin skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 8. juni 2021.

Melda til her: Summaransing 2021