Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tilmeldingin til summaransing er opin til og við mánadagin 11. mai
Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á summaransing. Ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí har eru bæði nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarferiu.
Foreldur verða tí biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.
Melda til her: Summaransing 2026




