Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Summarhugni á Norðoyri

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Í dag hevur árliga Summarhugnastevnan fyri fólk á Norðoyri og fyri tey, ið hava tilknýtið hagar verið hildin. Tað byrjaði longu kl. 10 í morgun við morgunmati í stóra teltinum, sum felagið eigur. Hoppiborg og vatnhylur við flaka vóru til børnini, skipað var eisini fyri gongutúri út til íslandstoftir við frásøgufólki.

Allan dag hevur verið ábit í teltinum. Ymiskt stuttligt var eisini til børnini, sigling við skjóttgangandi báti, grilling av skúmgæti. Barnaundirhald við Steintór og Heina. Eisini var søla av burgarum, fronskum hotdog og sodavatn.

Tá eg kom har í skýmingini í kvøld, var skipað fyri Sangløtu har Johanna Johannesen sat við urguna.

Myndirnar eru frá tá tað var hálvaskýmt í kvøld, Tá eg var komin út í grøv á gongutúri mínum í kvøld, sást ein havgás út fyri bakkanum liggja og halda “Oyradagin” við eini skrubbu.