Rættur summarhýrur er í Elduvík í hesum døgum, nú bygdin spílar seg út til hugnadagin. Tiltakið, sum nevnist Summarhugni, verður leygardagin 9. juni og byrjar við morgunmati kl. 10 í teltinum, sum er sett upp til høvið.
Av tiltøkum ígjøgnum dagin verður millum annað hugni, barnaspøl og børnini sleppa at royna hitapottar í bygdini. Harumframt vera ymiskir túrar skipaðir runt um í bygdini, har Kaj Høgnesen greiðir frá um húsini og staðseting.
Kirkjan verður opin, og ávís tíðspunkt á degnum fer Dánjal Martin Hansen at greiða frá í kirkjuni.
Skúlin er opin allan dagin, har høvi verður at síggja myndasavnið.
Seinnapartin er ætlanin at grilla og borðreitt verður eisini við breyði og føroyskum viðskera.
Fyrireikarnir hava havt úr at gera og hava lagt seg eftir at allur matur og alt tilfar verður latið ókeypis til dagin.
Tiltakið er alment og verður sum nevnt leygardagin 9. juni.
Niðanfyri er útgreinað skrá:
kl. 10.00: Tjaldið letur upp
kl. 10.00: Morgunmatur
kl. 10.30-16.30: Myndasavnið í skúlanum er opið
kl. 10.30-16.30: Blotísur (slush ice) at fáa við Músastein
kl. 11.00-16.00: Kirkjan er opin
kl. 11.00-17.00: Hitapottar eru tøkir til børnini
kl. 11.30: Túrur runt í bygdini, har Kaj Høgnesen greiðir frá um ymisku húsini og støðini
kl. 13.00: Dánjal Martin Hansen greiðir frá í kirkjuni
kl. 13.00: Breyð við føroyskum viðskera í teltinum
kl. 14.30: Túrur runt í bygdini, har Kaj Høgnesen greiðir frá um ymisku húsini og støðini
kl. 15.30: Grill – pylsur og búffar
Harumframt:
– Børnini kunnu læna ymiskar leikur, so sum hoppibond, elastik, krit, glúpar og spannir.
– Flakar vera í ánni
– Onkur bjóðar kaffi og vaflur í havanum
– Til ber at bukka beinini við kaffi og vikubløðum í túninum hjá onkrum
– Kanska verður togtogan – um onkur bjóðar av



