Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Summarhugnin í Elduvík

Oliver Joensen

Leygardagin varð skipað fyri sera hugnarligari summarløtu í Elduvík. Veðrið var av tí allar besta og nógv fólk høvdu leitað sær til løtuna.

Norðlýsið var eisini á staðnum har vit vóru sera væl móttiknir ikki minst við morgunmatarborði.

Skráin fyri dagin var sera fjøltáttað, har millum annað eitt sera forvitnisligt myndasavn var sett upp í skúlanum. Vakra kirkjan var opin. Børnini, sum vitjaðu á stevnuni fingu høvi at royna hitapottar, túrar kring bygdina við Kaj Høgnesen sum frásøgumanni og annað mangt.

Í sera barnavirnarligu ánni hugnaåu børnini sær allan dagin við ymiskum, eitt nú vóru flakar hjá teimum at rógva í og summi fangaðu makkapirrur.

Forvitnislig hús

Sjálvur vitjaði eg inni í húsunum á Bakkanum hjá mammubeiggja mínum Danial Thomsen. Dánial og Hansy, sála, keyptu húsini fyri nógvum árum síðani. Hetta er barnaheimið hjá millum øðrum, Karin hjá Tamari Samson, mammu Hákun Dam.

Hugaligt var at síggja hvussu væl hendan lítla lonin var hildin, bæði ikki og úti. Ein sonn frægd fyri eygað.

Annars er at siga um Elduvík, at bygdin er sera væl røkt og húsini væl hildin. Sagt varð, at landsynningur og landsynningur eystan vóru bestu ættirnar her, so tey sum búgva í andgletti á hesum ættum á sumri kunnu kanska hugna sær í vakra dalinum her góðar summarløtur, á landsynningi.

Fleiri myndir frá tiltakinum á www.nordlysid.fo

Oliver