Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Summarlegurnar við Ástjørn í Íslandi eitt kall frá Harranum

Oliver Joensen

 

Tað sigur Victor Danjalsson, sum á fyrsta sinni hoyrdi um barnalegurnar við Ástjørn tætt við Húsavík í Íslandi í 1976, og sum síðani hava ligið honum á hjartað, sum eitt kall frá Harranum.

Tað eru nú meira enn 40 ár síðani, at Victor Danjalsson úr Klaksvík av fyrstan tíð hoyrdi um barnalegurnar við Ástjørn í Íslandi. Í meira enn 40 ár hevur Victor skipa fyri føroyskum stuðuli til hesar barnalegur. Alt byrjaði við einum arbeiðistúri úr Klaksvík á Zarepta í 1976.

Visti einki um Ástjørn

Í samband við legurnar á Zarepta í 76, fóru vit nakrir ungir menn úr Klaksvík, vestur at hjálpa til. Jógvan Purkhús, sum tá arbeiddi sum trúboðari í Íslandi, var í Føroyum um tað mundi, og var á Zarepta. Eitt kvøldið eftir loknan arbeiðsdag, tá øll arbeiðsfólkini sótu og prátaðu áðrenn niðurfaringartíð, sigur Jógvan, at hann hevði vilja ynskt, at hann hevði eitt slíkt toymi av ungum fólki at hjálpt til við barnalegurnar við Ástjørn í Íslandi, tí har var nógv, sum trongdi til eina hond.

Fara til Íslands

Eg visti onki um hesar legurnar tá. Men vit báðir, eg og Jógvan Isaksen tosaðu nógv um hetta aftaná. Sjálvandi, vit vóru ungir tá, og høvdu hug at royna ymiskt, so tað bar ikki beinari á enn at tá veturin var av, fóru eg, Jógvan og Karin Hammer til Íslands við Smyrli, tí vit ætlaðu okkum at hjálpa til á legunum við Ástjørn har tað summarið.

Tað var nevniliga so í 78, at Jógvan Purkhús og Bogi Pétursson koma heim til Føroya til millum annað at tosa við Eliesar Poulsen um, at teir høvdu møguleikan at keypa eitt størri hús til legurnar. Hetta var ein barakk, sum hevði verið partur av eini arbeiðslegu við Mývatn og sum nú stóð til sølu. Teir høvdu fingið møguleikan at keypa hetta og flyta tað til Ástjarnar. Hetta var ein barak, sum var einar 40 metrar long og 16 metrar breið.

Tað peningaliga skuldi Eliesar loysa

Um hendan bleiv partur av legunum, so hevði hetta betra nógv um umstøðurnar har, tí so hevði borið til bæði at havt gentur og dreingir á legunum. Higartil høvdu bert dreingir verið á legunum, tí umstøðurnar vóru trongar. Niðurstøðan av føroyaferð teirra bleiv, at Eliesar sigur at teir skuldu fara yvir aftur og keypa barakkina, tað peningaliga skuldi hann loysa.

Teir fara so yvir til Íslands við einum arbeiðstoymi og taka barakkirnar niður við Mýðvatn, stoypa sokkul til hesa stóru lonina við Ástjørn og seta húsið við tjørnina. Eftir at hava arbeitt í 44 dagar, er húsið liðugt innilokað.

Keypti ein buss til túrin yvir

Tá teir eru lidnir við sítt arbeiði, fara vit so 12 mans yvir at rigga til vatn, el og kloakk til. Harafturat skuldu wc-ir vøsk og brúsur setast upp. Teir flestu menninir, sum komu úr Føroyum, arbeiddu  við Ástjørn í 14 dagar. Tá byrjaðu legurnar og barakkirnar vóru klárar at taka í nýtslu. Sjálvur var eg har í 8 vikur tað árið og hjálpti til í dagliga arbeiðinum, tá arbeiðistoymið, sum eg var partur av, var fari heim.

Eg hevði keypt ein buss til túrin yvir. Ikki at siga, tað er neyðugt at hava eitt akfar at flyta seg við, um ein skal koma runt í Íslandi. Fyrsta árið, høvdu vit ein persónbil við á túrinum, men í gjøgnum árini havi eg keypt fimm bussar til virksemið á Ástjørn.

Árni Berg gav okkum ein buss

Vit hava fingið ótrúliga góðan stuðul til tiltakið í Íslandi. Eitt árið fingu vit ein buss frá Árna Berg í Tórshavn. Árni hevði býbussarnar í Havn og hann segði mær, at hann hevði ein buss, sum hann ikki brúkti, sum hevði 54 sitipláss. “Tit kunnu fara við honum eg skal gjalda vegskatt og trygging, so brúki tit bara bussin sum tykkara”. Í nøkur ár bleiv hesin bussurin brúktur at flyta legubørnini til og frá Akureyri. Tað eru umleið 160 kilometrar at koyra frá Ástjørn og til Akureyrar. Børnini til legurnar savnast á Akureyri og koma úr øllum landinum, tey verða síðani koyrd til legurnar. Eg plagdi at fara yvir við bussinum áðrenn legurnar byrjaðu og tók so bussin við mær heim aftur tá legurnar vóru lidnar.

Við hvørt var eg har yviri í fleiri vikur. Onkuntíð styttri, fór yvir við bussinum var har í eina viku, og for so heim aftur. Seinni so  yvir aftur eftir bussinum tá legurnar vóru endaðar.

Bygdu arbeiðsrúm afturat

Í 88 var ein skrokkur av einu húsum keyptir. Tá fór aftur eitt arbeiðstoymi yvir. Hendan skrokkin gjørdu vit til goymslu og vaskirúm. Klæðini hjá børnunum verða nevniliga vaskað ímeðan tey eru á legu og eisini fáa tey rein klæði við sær heim.

Eitt kall

Eg havi kent arbeiðslegurnar við Ástjørn, sum eitt kall frá Harranum. Tað hevur verið hugaligt at fylgt við og hoyrt um børn, sum hava játta seg til Harran hesi árini. Eisini hevur verið hugaligt at sæð, at íslendingar, sum sjálvir vóru á legum sum børn, eisini senda síni børn á legu. Vit hava upplivað nógvar sólskynssøgur hesi mongu árini.

Frá 2000 og til dagin í dag, hava vit hvørt ár verið har yviri og betra um umstøðurnar. Gjørt nýtt og gjørt betur. Vit hava bygt smáttur til arbeiðsfólkið, soleiðis at tey kundu búgva fyri seg sjálvan og fáa hvíld ímillum arbeiðsdagarnar.

Bygdu í Klaksvíkar Timburhandli

Tað var strævið hjá fólkunum, ið komu til Ástjørn um summarið, at arbeiða á legunum. Serliga var tað ein saknur, at tey ikki høvdu nakað stað, har tey kundu vera fyri seg sjálvan í fríløtunum og um næturnar, tá sovast skuldi. Tí gjørdi eg av at fara undir at byggja smáttur sum starvsfólkabústað.

Teir sum plaga at vera við mær í toyminum til Íslands játtaðu einmælt at fara undir tiltakið, og at hjálpa til at smíða. Vit bygdu eina smáttu í 2000, eina í 2002 og eina í 2003. Smátturnar hava tvey kømur og baðiverilsi. Køkur og uppihaldsrúm er ikki neyðugt, tí tann tørvin fáa tey nøktaðan í høvuðsbygninginum har umstøðurnar í dag eru sera góðar.

Hugnaløtur

Allar tríggjar smátturnar eru gjørdar í høllini, sum Klaksvíkar Timburhandil hevði við Borðoyarvík. Vit fingu loyvi frá Símin á Høvdanum, sum tá var stjóri á timburhandlinum at vera har, og tað eigur hann stóra tøkk uppiborna fyri. Løturnar í høllini hjá Timburhandlinum við Borðoyarvík vóru sera hugnaligar. Nógv fólk kom á vitjan, og at hyggja hvussu gekk. Harafturat vóru tey mong, sum tóku hond í.

Alt arbeiðið vit hava gjørt og alt tilfarið vit hava brúkt øll hesi ár við og til Ástjørn hevur verið við stuðuli frá føroyingum, bæði einstaklingum, fyritøkum og samkomum.

Setti húsini í veð fyri ein buss

sum eg segði, so havi eg síðani bussin, vit fingu frá Árna Berg, keyp 5 bussar til Ástjørn. Tríggjar, sum vóru nýggir og hinir báðir brúktir. Teir hava verið á Íslandi ímeðan legurnar hava verið og hava so verið í Føroyum um veturin.

Nógvar søgur eru sjálvandi, sum eg kundi sagt frá, um øll hesi árini. Millum annað keypti eg ein buss eitt árið, sum kostaði 350 túsund krónur. Peningur var ikki á kontoini, sum eg hevði stovnað til Ástjørn tá, so eg fór inn í Sparikassan og spurdi meg fyri um lán. Fekk at vita, at um eg setti húsini í veð, so kundi eg fáa lægstu rentu.

 Setti mítt álit á Hann

Eg hevði lagt hetta fyri heima eisini at eg fór at tosa við Sparikassan. Við hús havi eg alla tíðina fingið dyggasta stuðulin. Gunleyg, kona mín helt, at tað kundu vit bara gera, so bussurin bleiv keyptur. Minnist at ein vinmaður, sum eg tosaði við tá segði: “Tú ert ikki so svakur, at tú setir húsini í veð”. Eg segði bara, at eg hevði sett mítt álit á Hann, ið øllum valdar, og at eg ivaðist ikki í, at eg hevði gjørt rætt.

Bara pengar til ein avdrátt

Hetta gongur væl við at gjalda aftur, men so ein dagin segði við Gunnleyg, at nú eru bara pengar til ein avdrátt til bussin eftir á kontoini hjá Ástjørn. Kanska kann eg siga, at “tá neyðin var størst, var hjálpin næst”, tí fáar dagar seinni kom ein stór upphædd inn á kontoina. Soleiðis kann eg siga at tað hevur gingið við tí peningaliga øll hesi árini. Eg havi ikki verið úti og biðið pening, men bønarsvar havi eg fingið. Tað er ikki smávegis av peningi, ið er brúktur her, men alt er goldið og ongin skuld er nakrastaðni.

25 mans yvir til Íslands

Ein onnur søga er frá 2005 og 2006. – Í 2005 hevði eg savnað 25 mans til ein arbeiðstúr yvir til Íslands. Arbeiðsuppgávan var at skifta vindeygu og klædningin á høvuðsbygninginum, ið er frá 1957. Alt tilfarið høvdu vit við okkum, sjálvandi blivu smáting keypt afturat, tað bleiv alt goldið av kontoini hjá Ástjørn í Føroyum. Vindeyguni blivu skift, klædningurin skiftur og húsini bjálvaði. Hetta arbeiði kláraðu vit eftir eina viku.

Í 2006 fóru vit yvir aftur, tá var endamálið at byrja upp á ein tilbygning til ein nýggjan køk, tí umstøðurnar vóru ikki nøktandi. Heilsumyndugleikarnir settu krøv. Hetta var eitt projekt, sum kom at taka okkum 10 ár at fullføra. Eina viku settu vit av um árið. Men í 2016, stóð hesin 60 fermetra bygningurin liðugur, við einum spildurnýggjum modernaður instutiónskøki uppvaskirúmi og øðrum hentleikum.

Eg má siga, sigur Victor Dánjalson, at hetta hevur verið eitt sera áhugavert og gevandi samband eg havi havt við Ástjørn øll hesi ár. Fløvandi hevur verið at upplivað, stóru undirtøkan í Føroyum.

Væl móttiknir á Seyðisfirði

Í Íslandi havi eg bara møtt vælvild eisini. Myndugleikarnir á Seyðisfirði hava verið sera beinasamir og hjálpsamir hvørt ár tá vit eru komnir yvir. Vit hava als ongar trupulleikar havt við at komið í land við fólki og tí nógva  tilfarinum vit hava havt við ígjøgnum hesi mongu ár. Smyril Line hevur eisini verið ein hollur stuðul og hevur víst okkum beinasemi.

Tey eru mong, ið eiga eina stóra tøkk uppiborna, fyri at tað hevur borið til at rætt eina hond har yviri í samfull 41 ár. Tey mongu fólkini sum hava verið rundan um meg í hesum kalli mínum, skyldi eg mína allar størstu tøkk. Hesi fólkini, sum hvørt ár eru komin við, bert upp á áheitan mína, og sum sjálvi hava goldið sín ferðaseðil og brúkt stóran part av síni frítíð í tænastu Harrans.

Til seinast fari eg at takka øllum teim mongu, sum hava minst Ástjørn og okkum í bønum sínum. Eg kann ikki siga annað enn at bønarsvør hava vit fingið í ríkiligt mát.

Drívmegin hjá mær sjálvum hevur øll hesi árini verið, at eg kann rætta mína hjálpandi hond til íslendingar, sum vísa sínum ungu á okkara Harra, Gud og skapara.

Tekstur og myndir: Oliver Joensen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Harleywoodpaint