Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Summarlist í Posthúskjallaranum

Tíðindaskriv

Aftur í ár skipar Norðoya Listafelag fyri Summarlist í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Ein framsýning, ið er opin alt summarið, og sum vísir nakað av tí, sum rørist í listini í 2018.

Framsýningin vísir list í breiðasta høpi – fevnir frá málningalist og grafikk, yvir gipsverk, installatiónir, videoverk, interaktiva list og animatiónstekning til sniðgeving av einum plaggi gjørt úr spælikortum.

Summarlist 2018 er hugsað sum ein upplivingarframsýning, har ráðu rúmini í posthúskjallaranum er væl hóskandi karmur um ymisku listagreinarnar. 14 listafólk luttaka, sum eru tey úr øllum landinum. Felags fyri tey øll er, at tey eru yrkislistafólk, flest øll eru útbúgvin innan listaøkið, og flestu teirra liva eisini av listini.

Serliga tey yngru, hava nomið sær listaútbúgving uttanlands, í Onglandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Spania og Íslandi. Teirra list er á mangan hátt nýhugsandi, og við sínum íkøstum flyta tey føroysku listina, og geva henni á ein hátt ein nýggjan altjóða kendan dám.

Summarlist miðjar eftir at vísa, sokallaðu samtíðarlistina í góðum kørmum, og á einum týðandi palli mitt í býinum í Klaksvík. Nevnliga í gamla posthúsinum, sum um stutta tíð, broytir ham til eitt stásiligt mentanarhús.

Listafólkini vísa hvør í sínum lagi sína list, sum er bæði innilig og í summum førum eisini sjálvrannsakandi. Listaáhugaðir gestir kunnu fáa listaupplivingar, ið fjálga, fáa smílið fram, provokera, geva íblástur, og kanska fáa ein at hugsa, hvat list kann vera.

Men felags fyri øll verkini er, at tey eru skapt av listafólki, ið tora at standa við tað, tey umboða og hava uppá hjarta.

Norðoya Listafelag ynskir øllum vælkomnum til SUMMARLIST 2018.

Opið er leygardag og sunnudag 15.00 – 20.00

 

 

Tey, sum sýna fram í ár:

 

Astri Luihn

Dan Helgi Helgason í Gong

Fía Heinesen

Frits Johannesen

Hans Jacob Østerø

Heiðrik á Heygum

Jóhan Martin Christiansen

Jón Sonni Jensen

Jóna Rasmussen

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Kunoy

Rókur Heinason Heinesen

Silja Strøm

Tummas Jákup Thomsen