Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarmyndir: Á floti á Hvalvíkini

Danial Viðoy

Summarmyndir: Í dag er aftur ein góð summarmynd komin í savnið hjá Norðlýsinum. Hesaferð hevur Jørgen Niclasen sent okkum eina mynd av trimum vælnøgdum dreingjum eftir góðan fong. Myndin er fimm dagar gomul.

Tað tykist at tað er meira og meira at fáa av fiski á føroysku firðunum. Hetta boðar frá betri tíðum viðvíkjandi fiskaríið og annars svartfugli.

Jørgen skrivar soleiðis um túrin og myndina: “Á floti eina kvøldløtu. Fingu uml. 100 pund á Hvalvíkini. Tosk og seið helvt um helvt, onkran hvíting og eina sjópylsu. Dreingirnir vóru hugagóðir og fingu væl.”