Feløgini sum eru aktiv í hallunum hittust í gjár kvøldi, at leggja summarvenjingina til rættis
Torkil Mørkøre, leiðari fyri Klaksvíkar Ítróttardepli hevði kallað ítróttarfeløgini, sum brúkar báðar hallirnar, á fund í gjár. Á skránni var at leggja summarvenjingina til rættis.
Hetta er fyrstu ferð at ítróttarfeløgini fara undir summarvenjingar, síðani vit hava arbeitt her í hallunum. Eg havi arbeitt her í 9 ár, sigur Bent Áarskarð hallarvørður
Umboð fyri Team Klaksvík, Stjørnuna, Klaksvíkar Badmintonfelag, Treysti, Klaksvíkar Judofelag og Mjølnir funnu øll í sátt og semju fram til hvussu venjast skal í summar.




