Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sundabáturin kann vinna FM í dag við sigri í Klaksvík

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð nakrantíð kann Sundabáturin vinna føroyameistaraheitið í Norðoyggjum.

Sundabáturin hevur vunnið allar róðrarnar uttan ein. Sundabáturin er 8 stig frammanfyri Smyril á 2. plássi. Tað merkir, at vinnur Sundabáturin í Klaksvík í dag, so er báturin føroyameistari, tí tá hevur hann ráð at fáa reytt kort á ólavsøku og alíkaval við vissu vinna føroyameistaraheitið.

Við tað at Norðoyastevnuróðurin í Klaksvík liggur so óvanliga seint í kappingini, so er tað fyrstu ferð, at Sundabáturin kann tryggja sær føroyameistaraheitið í Norðoyggjum. Sundabáturin hevur fýra ferðir frammanundan vunnið føroyameistaraheitið.

 

Tískil kunnu vit uttan iva vænta nógvar áskoðarar úr Norðdepli og Hvannasundi til róðurin í Klaksvík.