Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sundabáturin og Fípan Fagra vunnu ódnartøk

Jákup Ósá

Í dag var kapping í ódnartøkum í kappróðri.

Kappast var í Miðvági og geva ódnartøk ofta eina ábending um, hvørjir bátar fara at kappast í oddinum í FM-kappróðrinum sama ár.

Úr Norðoyggjum vóru tað tveir bátar, ið vunnu. 6-mannafarið Sundabáturin við monnum og 5-mannafarið Fípan Fagra við dreingjum.

 

Úrslitini hjá bátunum úr Norðoyggjum:

Barnaróður gentur: Sævarmoy nr. 2 av 8 bátum

Barnaróður dreingir: Sævarmoy nr. 3 av 7 bátum

5-mannafør gentur: Fípan Fagra nr. 2 av 6 bátum

5-mannafør gentur: Sævarmoy nr. 6 av 6 bátum

5-mannafør kvinnur: Tekla nr. 5 av 6 bátum

5-mannafør dreingir: Fípan Fagra nr. 1 av 5 bátum

6-mannafør menn: Sundabáturin nr. 1 av 5 bátum

6-mannafør menn: Páll Fangi nr. 2 av 5 bátum

 

Eingin bátur úr Norðoyggjum luttók hjá 8-mannaførum, meðan eingin kapping var hjá 10-mannaførum.

Harleywoodpaint