Flakatrolarin Sundaberg, hjá JFK-Trol, kom á Klaksvík um tvey tíðina ídag úr Bárentshavinum, har hann seinastu tíðina hevur roynt í russiskum sjógvi.
Sundaberg fór av Klaksvík 3. januar á fyrsta túrin í ár. Hann hevur roynt eystanfyri. Tað fyrstu tíðina royndu teir í norskum sjógvi, men seinastu tíðina hevur Sundaberg verið í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Teir hava knappliga 800 tons inni. Í kvøld gongur leiðin til Immingham í Onglandi at leggja veiðuna upp.




