Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Súni Anthoniussen vann Movember kappingina

Jóhann Lützen

Ein ordiligur kustur uppá ein mánaða, tætt og javnt vaksin, kraftigan vøkstur, eru millum jaligu orðingarnar frá Joan Vágsheyg dómara

Norðlýsið skipaði fyri Movember kapping í ár og tað vóru sjey luttakarar, sum valdu at senda inn mynd til próvdøming. Joan Vágsheyg, sum er útbúgvin barbér fekk nakað at hugsa um, men at enda var eingin ivi. 

Allir eru flottir og stuttligt at teir vildi spæla við , min grundgeving fyri at Súni vinnur er at hann hevur eina ordiliga bust, skeggið er sera kraftig og tætt og javnt vaksið. Hann klæðir tað væl í mun til høkuna, tað er balsansa í. Tað sær gott út. Hann er tann rætti vinnarin, segði Joan 

Góður vinningur frá Evoke verður latin til Súna Anthoniussen. 

Norðlýsið takkar øllum teimum, sum sendu inn myndir av vøkstrinum seinasta mánaðin. Tað er heilsan hjá monnum, ið er uppá spæl.