Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sunnudagin byrjar Team Klaksvík

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur havt nakrar útskiftingar síðani síðsta kappingarár.

Málverjin er útskiftur og eisini er ein nýggjur bakkur komin til, meðan nevnast kann, at Ludvík Súnason er farin aftur til barndómsfelagið Kyndil. 

 

Sum partur av fyrireikingini til kappingarárið hevur Team Klaksvík verið á venjingarlegu í Íslandi. Komandi vikuskiftið byrjar landskappingin. Team Klaksvík skal sunnudagin spæla á útivølli móti Kyndil. Dysturin byrjar kl. 16.00.