Í sambandi við árligu fimleikaframsýningina, sum liggur sama dag sum KÍ hevur sín ársins fyrsta heimadyst, so hava bæði Klaksvíkar Fimleikafelag og KÍ flutt uppá síni tiltøk, so allir norðoyingar hava møguleikan at fara til bæði tiltøkini.
Fimleikaframsýningin byrjar kl. 14.00, meðan dysturin hjá KÍ móti AB byrjar kl. 16.00, sum er ein tíma seinni enn vanligt, tí KÍ hevur langa siðvenju at spæla kl. 15.00. Okkurt árið hava bæði tiltøkini ligið samstundis, kl. 15.00, og tað hevur gjørt, at mong hava skula valt annað tiltakið frá. Tað sleppa tey frá sunnudagin.


