Sunnudagin 14 juni ger sunnudagsskúlin í KFUM&K útferð
Leiðin gongur yvir til Árnafjarðar har byrjað verður við sunnudagsskúla í kirkjuni kl.14.00. Eftir eina góða løtu við sangi og bíbliusøgu verður farið oman á sandin til hugnaløtu har ymist stuttligt verður á skránni, í hugnaligum umhvørvi.
Øll eru vælkomin.



