Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sunnvá hevur teknað jólakortið

klaksvik.fo

Í ár verður tað vakra tekningin hjá Sunnvá Rógvadóttir, sum kemur at prýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

 

Seinastu árini hava børnini í frítíðarskúlanum luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

80 tekningar komu inn, og tann heldigi vinnarin gjørdist Sunnvá Rógvadóttir, sum gongur í 2.b á Skúlatrøð. Tað vóru starvsfólkini í Estra, sum valdu bestu myndina. 

Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, var og vitjaði Snjallubjallu og Garðalisu, har hann handaði Sunnvá eina gávu og fyrsta jólakortið. Eisini fingu børnini okkurt søtt frá borgarstjóranum.

Frá 1. desember kunnu allar myndirnar síggjast á hurðini í býráðshúsinum.