Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Suzi Quatro er klár at taka Vágsbø kl. 22:30

Jóhann Lützen

Summar Festivalurin bjóðar tólv konsertir á trimum pallum í kvøld. Silvaland er eisini opið

 

 

Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum 2023 er fyri framman.

Dagurin bjóðar tólv konsertir á trimum pallum umframt undirhald og framførslur í Silvalandi.

Stóra navnið í kvøld er amerikanska rockikonið Suzi Quatro, sum fer at hava fyrstu konsert sína í Føroyum. Hon spælir á Vágsbø kl 22:30. Marius Ziska, Reiley og Jonah Blacksmith spæla eisini á stóra palli í kvøld.

Á hinum pallunum ber til at uppliva eitt nú RSP, Guðrið Hansdóttir, Magna Christiansen, Steintór & Eyðun og Kristel Lisberg.

Fyrsta konsertin í dag verður við Tórfríð Tavsen á Torginum kl. 17. RSP endar festivalin við framførslu í Tjaldinum kl. 03 í nátt.