icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Svanna rennur fyri Cystisk Fibrose felagnum

Jóhann Lützen

Aftur í ár fer Svanna Jacobsen at renna í stuðulsrenningini YOU RUN, fyri at savna pening inn til Cystisk Fibrose felagið, sum verður í Keypmannahavn 29. Apríl 2018.

Svanna livur við sjúkuni Cystisk Fibrose, sum er ein lívshættislig kronisk sjúka, og fylgisjúkuni diabetes. CF rakar fleiri likamslutir. millum annað búkspýtkirtulin, nýruni, tarmarnar men í høvuðsheitum er tað lunguni ið eru merkt.

Cystsik Fibrose er ein sera tíðarkrevjandi sjúka. Tað krevur drúgva viðgerð, og nógvan heiligvág fyri at hava tamarhald á sjúkuni.

Viðgerðin er umfatandi, og er samansett av heimaviðgerð við slímupploysandi innanding, lungafysioterapi, sodningaenzymum til hvørja máltið, tí um ein sjúklingur ikki fær hetta eyka tilskotið so verður maturin ikki sodnaður. Onnur viðgerð kann eisini vera við ymiskum antibiotika fyri bakteriur í lungunum. Mánaðarligar læknaviðtalur er ein fastur tottur, og í ymsum førum krevst tað innlegging á sjúkrahúsinum um aðrir trupulleikar ella operatiónir stinga seg upp.

Tað er ikki óvanligt at ein við Cystisk Fibrose tekur meira enn 25.000 tablettir og brúkar 700 tímar uppá viðgerð um árið.

Sí meira her um sjúkuna https://cystiskfibrose.dk/cystisk-fibrose/hvad-er-cystisk-fibrose/

Hóast sjúkan krevur nógva tíð at passa, so hava flest eitt aktivt lív saman við familju, arbeiðið, útbúgving, børnum osv.

Svanna býr í Keypmannahavn saman við sjeikinum Boga og skjótt 4 ára gomlu dóttir teirra Emmu. Svanna er undir útbúgving til námsfrøðing og eri farin í gongd við síðsta stig í útbúgvingini – at skriva Bachelor.

Bogi bleiv útlærdur kokkur í Decembur mánaða, og tey hava bæði ætlanir um at útbúgva seg víðari aftaná summarferiuna um tey sleppa inn til tað tey hava søkt.

Tað kann verða trupult at finna tíð og orku til at íðka, samstundis við at familjulívið, útbúgving og arbeiðslív skal hanga saman, men tey hugsa ikki nógv um sjúkuna heima, tí hon er og hevur altíð verið ein náttúrligur partur av mínum dagligdeg, sigur Svanna.

Hóast tað til tíðir kann verða strævið og man kanska heldur hevur hug at gera okkurt heilt annað enn at taka sína viðgerð, so veit eg eisini væl at tað býtur meg seinni, um eg forsømi mína viðgerð. Tað eru tíðir har ein merkir sjúkuna meira enn aðra tíðir, men tað er als ikki nakað sum fyllir okkara lív ella sum sleppur at definerar meg sum persón og tað sum eg geri, sigur Svanna.

Eg luttakið í YOU RUN stuðulsrenningini tí eg sjálv havi øgiliga gott av at íðka ítrótt, og samstundis gevur tað góða meining at renna og íðka, samstundis sum ein samlar pening inn til eitt gott endamál, sigur svanna

Cystsik Fibrose felagið er eitt felag sum kanska verður eitt sindur gloymt, av tí at tað i mun til fólkatal, ikki eru nógv sum hava hesa sjúkuna.

Eg vil, sum sjúklingur, gjarna geva eitt sindur til felagið, ið hevur gjørt so nógv gott fyri okkum sjúklingar og tey avvarandi, sigur Svanna

Tey bjóða millum annað fríða sálarhjálp um brúk er fyri hesum, gávubrøv til ymisk upplivislir, ferðir osv. fyri at betra um lívsgóðskuna hjá sjúklinginum, við at fáa eina pausu frá einum gerandisdegi har heiligvágur og viðgerð spælir ein stóran leiklut, hóast tað nokk fyri flest er blivin ein vanasak.

Og sjálvandi fer peningurin eisini til gransking av sjúkuni.

Eg vóni at fólk hava hug at stuðla, hvør ein króna telur, og eitt hjartans takk fyri eina og hvørja, sigur Svanna at enda. 

Til ber at stuðla renningini her.