Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Svein Rógvi: Vit hava ongantíð verið betri fyri so tíðliga í árinum

Jákup Ósá

Bátsformaðurin á Orminum Langa, sum býr í Klaksvík, var sera fegin um sannførandi sigurin á Norðoyastevnu.

Ormurin Langi vann 10-mannafarsróðurin við knappari bátslongd aftur til Klaksvíking á 2. plássi.

– Eg haldi, at tað sat øgiliga væl hjá okkum. Eg veit ikki, hvussu tað gekk hjá hinum bátunum. Men tað, sum vit høvdu avtalað frammanundan gjøgnum hart arbeiði allan vetur við tungum keðiligum tímum, var, at vit skuldu hava disiplin og ikki spara okkara egnu kroppar allan vegin inneftir. Vit hava lagt stóran dent á at vera betri fyri enn vit nakrantíð hava verið til Norðoyastevnu. Tað sær man aftur í dag, tí tað er ein av heilt sjáldsomu ferðunum, at vit vinna á Norðoyastevnu, segði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein við Norðlýsið eftir sigurin.

 

Nú manglar bara B36

Á Klaksvíkingi vístu teir á eftir róðurin, at teir hingu fastir og mistu 4-5 tøk. Vit spurdu bátsformannin á Orminum, um tað hevði ávirkan á úrslitið.

– Tað er ringt at meta um, hvussu stóra ávirkan tað hevði. Tað er altíð óheppið at hanga fastur í einum starti, men eg havi ikki sæð róðurin, so eg veit ikki, hvat ein skal siga til tað. Tað gongur skjótt inneftir, so tað er ikki lætt at koma afturíaftur, helt Svein Rógvi.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein er eisini ein tann ídnasti B36 viðhaldsmaðurin, sum býr í Klaksvík og Norðoyastevnan 2018 kann blíva perfekt við at vinna við Orminum Langa móti Klaksvíkingi leygardag, meðan B36 vinnur á KÍ sunnudag.

– Eg vóni, at vit í B36 vinna. Og gera vit tað, so verður ein stór sodavatn trekt upp í annaðkvøld, segði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein við einum smíli at enda.

Harleywoodpaint